Uttanlands

Ukraina: Sjey fólk deyð í russiskum rakettálopi

Sjey fólk í tveimum bygdum í Kherson-landslutinum hava í dag latið lív, upplýsa ukrainskir myndugleikar

Kherson, november 2022 (Mynd: EPA)

Kherson, november 2022 (Mynd: EPA)

2023-08-13 15:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Kherson-landslutinum í Suðurukraina hava sjey fólk í dag latið lív í einum russiskum rakettálopi.

Millum tey deyðu vóru eitt par og børn teirra, ið vóru ávikavíst 23 dagar og 12 ára gomul. Tey og ein annar maður vórðu dripin í bygdini Shyroka Balka.

Í bygdini Stanislav, ið liggur nærindis Shyroka Balka, vórðu tveir aðrir persónar dripnir, upplýsir ukrainska innlendismálaráðið.

Trý onnur vórðu særd í einum øðrum álopi í býnum Kherson, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað var í november, at Ukraina vann vestara part av Kherson-landslutinum aftur frá russum, men russisku álopini í økinum halda fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder