Uttanlands

Ukraina boðar frá russiskum dronuálopi

Russland hevur ikki tikið undir við uppskotinum um vápnahvíld

Ukrainsk herfólk í Donetsk (Mynd: EPA)

Ukrainsk herfólk í Donetsk (Mynd: EPA)

2025-05-12 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært ukrainsku loftverjuni hevur Russland í nátt sent 108 dronur yvir Ukraina.

Hetta, hóast fleiri vestanlond um vikuskiftið samdust um eitt uppskot um 30 dagar langa vápnahvíld.

Russland hevur tó ikki tikið undir við vápnahvíldini, sum sambært uppskotinum skuldi byrja í dag.

M.a. ukrainska jarnbreytin í Donetsk-landslutinum varð raktur í dronuálopinum, og ein tokførari á einum sivilum toki fekk skaða, verður sagt úr Ukraina.

Á tíðindafundi um vikuskiftið kom russiski forsetin, Vladimir Putin við uppskot um at skipa fyri beinleiðis samráðingum millum Russland og Ukraina í Turkalandi. Putin nevndi tó einki um uppskotið um vápnahvíld.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur sambært Ritzau, at hann er til reiðar at hitta Putin í Turkalandi.

Les eisini: Zelenskyj til reiðar at hitta Putin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder