
Týskland fer at hjálpa Ukraina at menna langtberandi vápn, sum kunnu brúkast til at raka mál inni á russiskum øki, boðar túski samveldiskanslarin, Friedrich Merz frá.
Fráboðanin kom á tíðindafundi í gjár í sambandi við vitjan hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj í týska høvuðsstaðnum, Berlin.
– Har verða ongar frástøðuavmarkingar, og tað gevur ukrainum møguleika fyri at verja seg sjálvt fullkomiliga - sjálvt móti hernaðarmálum uttan fyri teirra egna øki, segði Merz sambært Ritzau.
Longu áðrenn hann gjørdist kanslari, boðaði Merz frá, at hann var sinnaður at lata ukrainum langtberandi rakettir, og mánadagin boðaði Merz frá, at ongar avmarkingar eru, í mun til hvussu langt inni á russiskum øki Ukraina sleppur at leypa á.
Undanmaður hansara, Olaf Scholz vísti annars fleiri ferðir aftur, at hann fór at geva Ukraina vápn til at leypa á mál langt inni í Russlandi. Ukraina fekk annars nógvan stuðul úr Týsklandi, men Scholz vildi ikki senda ukrainum langtberandi rakettir, hóast onnur lond høvdu gjørt tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald