
Seinnapartin í gjár rendu tvær sivilar tyrlur saman í loftrúminum yvir býin Eura har vestri í Finnlandi, skamt sunnan fyri Björneborg ella Pori.
Øll umborð á tyrlunum, fimm í dali, doyðu, upplýsa finsku myndugleikarnir. Í dag hevði løgreglan og finska vanlukkunevndin saman við øðrum tíðindafunt, har tey greiddu nærri frá vanlukkuni
Tyrlurnar komu úr Tallinn í Estlandi og vóru á veg til eitt flogtiltak í Kokemäki, tá tær rendu saman. Eldur kom í aðra dyrluna tá hon datt niður, upplýsir bjargingartænastan.
Talan var um smáar tyrlur av slagnum Robinson RR við pláss fyri fýra fólkum. Onnur tyrlan var skrásett heimahoyrandi í Estlandi, hin í Eysturríki. Finska kringvarpið skrivar frá estiskum miðlum, at fólkini umborð á tyrlunum vóru estisk vinnulívsfólk.
Bjargingarfólk, sum komu á vanlukkustaðið kundu beinanvegin staðfesta, at øll fólkini umborð høvdu latið lív.
Orsøkin til vanlukkuna er ikki kend. Løgreglan og skaðanevndin heldur fram við at finna fram til orsøkirnar til vanlukkuna, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald