Innanlands

Tyrlan fór eftir manni á Kirkju

Maðurin hevði fingið snudd í høvdið

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-08-07 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at tørvur var á sjúkraflutningi úti í Fugloy. Sambært VP.fo var ein maður dottin og hevði fingið snudd í høvdið.

Løgreglan sendu boðini víðari til sjúkraflutningin, sum sendi tyrluna til Kirkju eftir manninum. Tyrlan var hjá manninum hálvan tíma eftir at fráboðanin kom.

Hjá MRCC verður sagt, at talan var um ein vanliga sjúkraflutning. Maðurin var fluttur á landssjúkrahúsið.

placeholder
placeholder