Innanlands

Tyrlan eftir manni á ferðamannaskipi

Ferðamannaskipið var 120 sjómíl í ein útnyrðing úr Føroyum

2024-07-09 07:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var í gjár eftir einum manni á ferðamannaskipinum Azamara Quest, sum var 120 sjómíl í ein útnyrðing úr Føroyum.

Maðurin skuldi undir læknahond.

Fráboðanin kom klokkan 12:50 í gjár, og tveir tímar og 22 minuttir seinni lendi bjargingartyrlan við Landssjúkrahúsið.

Ferðamannaskipið kemur annars á Runavík í dag.

Umborð eru 571 ferðafólk úr Kanada, USA, Onglandi og Avstralia, og manningin telur umleið 400 fólk.

Azamara Quest, sum er 181 metrar langt, fer at liggja við kai frá kl. 8-17. Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og MB Tours er túrsmiður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder