Innanlands

Tyrlan eftir kvinnu á Kalsoynni

Ein kvinna var dottin og hevði fingið skaða í beinið, og flutti tyrlan hana á Landssjúkrahúsið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga seinnapartin í gjár mátti bjargingartyrla sendast eftir einari kvinnu, sum var komin til skaða á Kalsoynni.

Kvinnan var farin út á Kallin, har hon datt og fekk skaða í beinið, og flutti tyrlan hana á Landssjúkrahúsið.

Sambært Vørn var talan um eina danska kvinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder