Innanlands

Tvøramaður heldur flaggdagsrøðina í Vági

Bjarni Hammer hevur røðuna, og Ljómur luttekur við sangi við Minnisvarðan í Vági leygardagin 25. apríl klokkan 17

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2026-04-22 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vágs kommuna: Leygardagin 25. apríl kl. 17 verður flaggdagshaldið við Minnisvarðan í Vági. 

Skótaliðið Royndin skipar fyri flaggdagshaldinum við skrúgongu, røðu, felagssangi og drekkamunni.

Bjarni Hammer heldur flaggrøðuna, og Ljómur luttekur við sangi.

Skótar og úlvar møta kl 16.30 í Skótahúsinum, og ganga skrúgongu úr skótahúsinum kl. 16.45 oman til Minnisvarðan.

Aftaná tiltakið verður boðið til ein drekkamunn í Miðlatún

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder