Innanlands

Tvístøða løgd fram í SALT

Høvundurin greiðir frá arbeiðnum, Jóhan Eli L. Poulsen og onnur ummæla og greiða frá, og Tróndur Enni og Lív Næs syngja

Danial Viðoy gav Tvístøða út undan jólum (Mynd: Ungu Føroyar)

Danial Viðoy gav Tvístøða út undan jólum (Mynd: Ungu Føroyar)

2021-04-15 16:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvístøða er ungdómsskaldsøgan, sum Danial Viðoy lat úr hondum seint í 2020. Bókin hjá 30-ára gamla viðoyinginum hevur selt væl, er lisin í miðnámsskúlaflokkum, og hann hevur havt nakrar bókaframløgur kring landið.

Í morgin verður tann seinasta av slagnum. Hon verður í SALT á Drelnsesi. Har fer høvundurin at greiða frá arbeiðnum handan skaldsøguni. Jóhan Eli L. Poulsen fer at ummæla "Tvístøða", og Brynhild Johannesen & Jórunn Viderø, sum hava lisið bókina, fara at greiða frá henni og seta Daniali spurningar.

Áhoyrarar fáa eisini høvi at seta høvundanum spurningar, og Tróndur Enni og Lív Næs fara at syngja.

Bókaframløgan byrjar klokkan 15. Tiltakið verður eisini lagt á Youtube.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder