Innanlands

Tvístøða: Høvundurin leggur fram í heimbygdini leygardagin

Leygardagin fer Danial Viðoy at greiða frá tilgongdini og um arbeiði handan ungdómsskaldsøguna Tvístøðu, ið kom út nakað undan jólum.

Danial Viðoy var til skips, tá bókin fyrstu ferð varð løgd fram (Mynd: Ungu Føroyar)

Danial Viðoy var til skips, tá bókin fyrstu ferð varð løgd fram (Mynd: Ungu Føroyar)

2021-02-04 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í "Tvístøða" býr høvuðspersónurin á Viðareiði, og 30-ára gamli høvundurin er uppvaksin í bygdini, ið liggur heilt norðaliga í Føroyum. Leygardagin leggur nýggi høvundurin ungdómsskaldsøgu sína fram í heimbygdini. 

Tvístøða kom út nakað undan jólum. Tá hon varð løgd fram á Bókadøgunum, var Danial Viðoy til skips.

Bókin snýr seg um ein ungan mann, sum júst er liðugur á studentaskúla. Viðoyingurin roynir at liva lívið men stendur á ymsan hátt á einum vegamóti.

Leygardagin fer Danial Viðoy at greiða frá tilgongdini og um arbeiði handan Tvístøðu. Tvey fólk fara at ummæla bókina, og Eydna Steinberg, forsíðuteknari, greiðir frá sínum leikluti sum forsíðuteknari. Unga kvinnan av Viðareiði fer millum annað at greiða frá, hvussu tað er at tekna eina forsíðu til eina bók, sum hon ikki las fyrr enn aftaná.

Lisið verður eisini upp úr bókkini, Høvundurin signerar og møguleiki verður at keypa bókina við avsláttri á degnum.

Ungdómsskaldsøgan Tvístøða eftir Danial Viðoy verður løgd fram í Viðareiðis Skúla leygardagin kl. 16.00.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder