Í annaðkvøld, týskvøldið 19. september klokkan 20, skipar FarLit fyri einum tvímálsligum tiltaki á Reinsarínum, har føroyskir rithøvundar fara at lesa tekstir á føroyskum, og týðarar fara at lesa somu tekstir á enskum.
Teir luttakandi rithøvundarnir eru Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen, Sólrún Michelsen, Beinir Bergsson og Lív Maria Róadóttir Jæger.
Tiltakið er skipað í samstarvi við týðaran og tolkin Maritu Thomsen, sum er búsitandi í Onglandi og hevur týtt fleiri føroyskar bøkur til enskt.
Føroyskt-kanadiska Lena Anderssen fer at framføra nøkur løg.
FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum. Í hesum sambandi verða nógvar sokallaðar royndartýðingar gjørdar á enskum, og hetta tiltakið er eitt gott høvi at vísa á, hvussu stóran týdning týðarar hava fyri at fáa føroyskum samtíðarbókmentum ein størri og fleirmæltan lesaraskara, skrivar FarLit í tíðindaskrivi.
Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald