Tvey valevni hjá Framsókn kunngjørd

Framsókn hevur ikki lokalar uppstillingarfundir, og tí hevur lítið verið at frætta um uppstillingina hjá Framsókn higartil. Tó hevur flokkurin boðað frá tveimum valevnum til komandi løgtingsval

Sólvit Emilsson Nolsø og Jógvan Woxnæs Olsen eru higartil kunngjørdir sum valevni hjá Framsókn
(Myndin  er samansett av tveimum, sum Framsókn hevur sent út)

Sólvit Emilsson Nolsø og Jógvan Woxnæs Olsen eru higartil kunngjørdir sum valevni hjá Framsókn (Myndin er samansett av tveimum, sum Framsókn hevur sent út)

2022-11-15 16:54 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Bygnaðurin hjá Framsókn er øðrvísi enn hjá ávísum øðrum flokkum. Flokkurin hevur ikki lokalfeløg at standa fyri uppstillingini, og tí fer hon fram á øðrvísi hátt. Formliga er floksnevndin, sum stillar upp. Tí hevur heldur einki verið at frætta frá slíkum lokalum uppstillingarfundum.

Uppstillingin er ikki formliga avgreidd enn, og Ruth Vang, forkvinna, veit ikki at siga, júst nær ið endaligi listin verður klárur.

Tó hevur Framsókn higartil boðað frá tveimum valevnum til løgtingsvalið. Fyrradagin boðaði Sólvit Nolsø frá, at hann meldaði seg út úr Fólkaflokkinum og bað um at vera loystur úr starvi sum landsstýrismaður í almannamálum. Samstundis varð boðað frá, at hann stillaði upp fyri Framsókn til løgtingsvalið.

Í dag hevur Framsókn boðað frá, at 20 ára gamli Jógvan Woxnæs Olsen stillar upp fyri Framsókn. Hann er uppvaksin heima á Sandi og er hálvur tvøramaður. Hann hevur roynt seg í kommunupolitikki á Sandi, og nú stillar hann so upp til løgtingsvalið.

Ruth Vang og Bjarni K. Petersen umboða í dag Framsókn á tingi. Hvørgin teirra hevur boðað frá nøkrum øðrum, og tí kunnu vit rímiliga væl vænta, at tey verða valevni fyri flokkin á løgtingsvalinum saman við øðrum, sum hava stillað upp fyri flokkin tey seinastu valini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder