Mentan

Tvey stór ferðamannaskip á Havnini

Viking Mars og Ambience liggja á Havnini í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-15 09:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey stór ferðamannaskip hava í morgun lagt at bryggju í Havn. Talan er um 245 metrar langa Ambience, og 228 metrar langa Viking Mars.

Ambience sum rúmar 1400 ferðafólkum kemur úr bretska býnum Tilbury eystan fyri London, meðan Viking Mars sum tekur 930 ferðafólk kemur úr Geiranger í Noreg.

Bæði ferðamannaskipini fara avstað á nátturða í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder