2026-08-31 09:37
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík, og har vóru nakrir bilførarar, sum fingu bót og klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari fekk klipp fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi, og ein annar fekk klipp fyri at koyra við einum barni, sum ikki sat rætt íbundið.
Umframt hetta legði løgreglan hald á eitt prutl, sum var mett at vera bygnaðarbroytt, og eisini steðgaði løgreglan einum bili, sum koyrdi við einum kampingvogni við niðurslitnum dekkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald