Innanlands

Tvey harðskapsmál í Havn

Um vikuskiftið hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um harðskap á skeinkistøðum og eina fráboðan um húsaófrið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-26 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um harðskap á skeinkistøðum í høvuðsstaðnum. Í Báðum førum máttu fólk á sjúkrahúsið til kanningar.

Fyrsta fráboðanin kom tíðliga leygarmorgunin, beint eftir midnátt. Talan var um nøkur fólk, sum vóru komin til ilnar, og annar skallaði hin.

Løgreglan veit hvør harðskapsmaðurin er, men enn hava tey ikki avhoyrt hann í málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Klokkan tvey í nátt kom so enn ein fráboðan um, at onkur hevði verið útsettur fyri harðskapi á einum skeinkistaði. Sum skilst var skaðin ikki álvarsamur. Men hann hevði fingið nakrar snuddir.

Klokkan fimm í morgun fekk løgreglan eisini eina fráboðan um húsaófrið – eisini í høvuðsstaðnum.

Talan var um nakrar gestir í einum morgunballi, sum vóru komnir til ilnar, og verturin ringdi eftir løgregluni, sum so kom og tveitti teir á dyr.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder