2025-07-13 19:27

Løgreglan fekk stutt fyri hálvgum sjey fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði.
Talan er um eitt óhapp við bara einum bili, soloóhapp, og tvey fólk eru koyrdi á Landssjúkrahúsið til kanningar, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.
Í løtuni er eitt sindur ógreitt hvat er hent, men óhappið hendi á landsvegnum við omankoyringina til Niðara veg, beint norðanfyri gamla skúlan.
Vakthavandi á løgreglustøðini veit í løtuni ikki at siga hvør støðan hjá teimum báðum fólkunum er.
Vegurin hevur verið stongdur, men arbeitt verður nú við at rudda vegin so ferðslan kann koyra aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald