Innanlands

Tvey av trimum bóru ikki smittuna víðari

Føroyskir granskarar hava hugt nærri eftir smittutilburðunum í fyrstu koronabylgju

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-04 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

20 persónar, sum komu til føroyar við koronasmittu undir fyrstu koronabylgju í fjør, náddu ongantíð at smitta aðrar persónar. Tilsamans komu 30 smittaðir persónar uttanífrá, og tað vóru sostatt bert 10 teirra, ið góvu smittuna víðari.

Hetta kann millum annað lesast í greinini, sum 11 føroyskir heilsugranskarar hava skrivað í vísindatíðarritinum Emerging Infectious Diseases.

Marnar F. Kristiansen, Bodil H. Heimustovu, Sanna á Borg, Tróndur Høgnason Mohr, Hannes Gislason, Lars Fodgaard Møller, Debes H. Christiansen, Bjarni á Steig, Maria Skaalum Petersen, Marin Strøm og Shahin Gaini hava hugt nærri eftir teimum 187 koronatilburðunum, ið vórðu funnir í Føroyum í tíðarskeiðinum millum 3. mars og 22. apríl 2020.

[object Object]

Tilburðirnir og hvussu teir hava smittað kann síggjast á eini áhugaverdari mynd, ið sæst betri her 

Um smittutilburðirnar skriva granskararnir soleiðis í greinini:

“Vit staðfestu 10 tilburðir, hvørs uppruni ikki kundi staðfestast, og 9 tilburðir frá persónum, ið antin ikki vóru testaðir ella sum høvdu havt negativa test.

Vit staðfestu 30 tilburðir at verða komnir uttanífrá; 62 vórðu smittað í húsarhaldinum, 39 á arbeiðsplássinum, 11 til okkurt tiltak og 45 vóru smittað av ókendum uppruna.

Av teimum innfluttu tilburðunum, vóru 20, ið ikki smittaðu nakran víðari.

Vit staðfestu fýra stórar smittuketur, sum elvdu til 105 aðrar tilburðir.

Vit staðfestu eisini tríggjar superspjaðarar, sum hvør var orsøk til minst 10 aðrar smittutilburðir.”

Víðari verður skrivað:

“Í tíðarskeiðinum 2. mars til 22 apríl vóru 854 persónar settir í sóttarhald orsakað av tøttum sambandi við persón við covid19. 132 av teimum, svarandi til 15 prosent, vórðu seinni staðfest at hava covid-19.

Fjúrtan persónar vórðu settir í sóttarhald undan staðfestingini orsakað av teirra ferðamynstri.

Fyri hvønn av teimum smittaðu, var miðaltalið av ‘sambondum’, ið vórðu sett í sóttarhald, 5,1.”

“Føroyar vóru eitt av fyrstu londunum í Vesturheiminum, ið týndu covid-19. Hetta prógvar, at tað ber til í londum við greiðum landamørkum, eisini hóast hart rakt.

Testing, smittusporing, sóttarhald og frástøða vóru viðvirkandi til at tað eydnaðist so væl í Føroyum. Hesar royndir hava eisini víst seg at virka væl í øðrum londum, sum Ísland, Taivan, Sveits og New Zealand.

Vert er at leggja til merkis, at bert 10,7 prosent av covid-19 tilburðunum vóru millum fólk yvir 65 ár, hóast hesin aldursbólkur telur 17,6 prosent av fólkinum. Lága talið av tilburðum millum eldri borgarar skyldast, at forðingar vóru settar fólki at koma inn á eldraheim, røktarheim og sjúkrahús.

Tað er helst eisini orsøkin til, at ongin doyði við covid-19, og heldur ongin fekk tørv á intensivari viðgerð á sjúkrahúsi undir fyrstu bylgju í Føroyum.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder