2023-08-31 16:41

Tveir ungir mans á ávíkavist 24 og 26 ár eru blivnir stungnir við knívi á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn í nátt. Ein 39 ára gamal maður er handtikin.
Sambært vitnum, var talan um ein heldur størri bardaga, har upp ímóti tíggju fólk luttóku.
Bæði offrini og brotsmaðurin hava rumenskan ríkisfelagsskap.
Rannsóknarleiðarin hjá løgregluni í Keypmannahavn, Kenneth Hviid Simonsen, upplýsir ikki hvar á kroppinum offrini eru rakt, men staðfestir, at talan ikki er um nakran álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald