Innanlands

Tveir smittutilburðir í gjár

Annar teirra er partur av kendari smittuketu, men ógreitt er, hvussu hin persónurin er blivin smittaður

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-05 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum. Annar teirra er partur av kendari smittuketu, men ikki er greitt, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.

Talið á persónum, sum eru staðfestir smittaðir í løtuni, er nú 49.

1.794 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 283.936 kanningar í Føroyum.

741 persónar hava nú fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 691 persónar eru síðani staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. 235 fólk eru í sóttarhaldi í løtuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder