2026-08-29 09:23
Í nátt eru tveir bilførarar skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.
Ein bilførari varð skuldsettur eftir eitt ferðsluóhapp á Viðareiði, har ein bilur var farin útav vegnum og var endaður á takinum. Hetta varð fráboðað beint eftir midnátt.
Tvey fólk vóru í bilinum, og tey sluppu væl frá óhappinum. Løgreglan fekk tó illgruna um, at førarin var ávirkaður, og hann blásti eisini yvir tað loyvda. Bæði fólkini vórðu send á sjúkrahúsið til kanningar.
Ein annar bilførari varð steðgaður í Havn beint eftir klokkan fýra í nátt. Hann blásti eisini yvir tað loyvda, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald