Innanlands

Tveir nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum

Ein persónur er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til, og hin persónurin hevur verið uttanlands og hevur fingið staðfest smittuna eftir kanning á sætta degi

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-09-12 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tveir nýggir smittutilburðir staðfestir í Føroyum, upplýsir Landslæknin.

Annar persónurin, sum hevur fingið staðfest smittuna, er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Í hinum førinum er talan um ein persón, sum hevur verið uttanlands, og sum hevur latið seg kanna á sætta degi eftir komu aftur til Føroya. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið.

Tilsamans hava 418 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru átta persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna, og níggju fólk eru í sóttarhaldi.

108.159 kanningar eru nú gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder