Innanlands

Tveir flokkar hava staðið skeið í føroyskum sum annaðmál

Tað eru nú fleiri ár síðan, at starvsfólk á Kvøldskúlanum varnaðust, hvussu nógv tilflytingin øktist, og hvussu stórur tørvurin var á meira undirvísing í føroyskum máli og mentan. Síðani 2014 hava 624 tilflytarar luttikið á styttru og longru skeiðunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla

2021-02-05 19:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðani 2014 hava 624 tilflytarar luttikið á styttru og longru skeiðunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Í dag fingu næmingar í tveimum flokkum á Kvøldskúlanum fáa váttan fyri at hava staðið skeið í føroyskum sum annaðmál. Handanin fór fram í Müllers Pakkhúsi

[object Object]Handanin í dag var tann fyrsta eftir nýggju námsætlanini fyri føroyskt sum annaðmál

[object Object]

- Sum tað er stuttligt at hoyra, at fólk, sum bara fyri nøkrum mánaðum síðan stóðu púra hjálparsleys og hvørki skiltu føroyskt mál ella føroyska mentan, nú bæði kunnu samskifta málsliga, luttaka á arbeiðsmarknaðinum - og harvið hava fingið eitt nátúrligt pláss í okkara gerandisdegi og mentan, segði Heðin Mortensen, tá ið hann bar fram røðu til tiltakið.

Tað eru nú fleiri ár síðan, at starvsfólk á Kvøldskúlanum varnaðust, hvussu nógv tilflytingin øktist, og hvussu stórur tørvurin var á meira undirvísing í føroyskum máli og mentan.

Síðan eru tilboðini vorðin betri og fjølbroyttari, og nú eru eisini framhaldsskeið. Skúlin hevur síðan gjørt nógvar tillagingar fyri at finna bestu tilboðini og bestu loysnirnar. Umframt vanligu skeiðini hava verið kvøldskeið fyri bæði byrjarar og víðarikomin.

[object Object]

Í fjør kom nýggja námsætlanin, sum lagar seg eftir europisku CEFR-skipanini, sum býtir næmingarnar upp í trý kunnleikastig. Fyrsti flokkurin eftir hesi skipan byrjaði í september í fjør, og áhugin var so stórur, at játtan mátti fáast til ein flokk aftrat, sum byrjaði í oktober.

Í dag er undirvísingin sera fjølbroytt og gongur fyri seg sum styttri og longri skeið á morgni, seinnapart og um kvøldið – bæði fyri børn og vaksin.

Skeiðini enda við roynd og næmingar fáa endaligt prógv frá støðuroynd ella prógv, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál.



[object Object]Jógvan Sørin Hansen er leiðari á Kvøldskúlanum

[object Object]


- Eg havi sagt tað mangan áður og fari at endurtaka, at tiltøkini hjá Kvøldskúlanum uttan samanbering eru bestu intagratiónstiltøk í Føroyum nakrantíð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Staðfest er í avtaluni fyri komandi valskeið, at kommunan fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna.

Stórur partur av hesum verður í enn størri mun at menna undirvísingina í føroyskum máli og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum.

Síðani 2014 hava 624 tilflytarar luttikið á styttru og longru skeiðunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Skúlin hevur eisini havt undirvísing í føroyskum fyri norðurlendingar, og hava um 200 norðurlendingar luttikið á skeiðunum síðani 2014. Kvøldskúlin er enn í dag Føroya størsti skúli. Næmingatalið veksur alla tíðina.

- Hvørt ár fegnast vit um at síggja eitt stórt lið av okkara nýggju føroyingum taka skeið í føroyskum og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum. At eg nú kann møta tykkum í býnum, heilsa uppá og práta við tykkum á føroyskum, er einastandandi. Tað fløvar og ber boð um, at tit hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan, sum er málið, legði Heðin Mortensen, borgarstjóri, aftrat.

Tórshavnar kommuna fer áhaldandi í samstarvi við Kvøldskúlan og Mentamálaráðið at menna hesa skipan, so eingin dettur níðurímillum, men at øll fáa henda einastandandi møguleika, nátúrliga at fella til í samfelagnum gjøgnum undirvísing í máli og mentan.

[object Object]

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder