2026-07-26 10:30
Um átta tíðina gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp í Saltangará. Lukkutíð spurdist ongin álvarsligur mansskaði burturúr hesum. Viðkomandi, sum koyrdi bilin, rendi á ein lyktapela. Táið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at førarin var koyrdi ávirkaður.
Hetta var hann skuldsettur fyri, og varð síðani koyrdur til hús.
Seinni um kvøldið, táið klokkan var farin einar tjúgu minuttir yvir níggju, steðgaði løgreglan einum manni, sum bleiv mistonktur fyri at vera ávirkaður, meðan hann koyrdi. Hetta bleiv hann síðani skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald