Fríggjadagin vórðu Merlie Cada Mopera Ocampo og Helga Gaard heiðraðar í býlingshúsinum inni á Gøtu, nú tær hava verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.
Merlie Cada Mopera Ocampo byrjaði sum hjálparfólk í býlingshúsinum í august 2000, bert eitt ár eftir, at húsið læt upp, og hevur verið har síðani.
Helga Gaard byrjaði sum dagrøktari í Kollafirði í 1987, og í 2011 byrjaði hon sum hjálparfólk í vøggustovuni í býlingshúsinum inni á Gøtu.
Báðar eru væl umtóktar og nógv avhildnar, bæði av starvsfeløgunum og ikki minst børnunum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var á gátt og bar teimum báðum eina heilsan og eina gávu frá kommununi sum tøkk fyri trúgva tænastu fyri kommununa í 25 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald