Mentan

Tvær nýggjar bøkur í røðini "Sannar søgur"

Leirkerið hevur givið út tvær nýggjar barnabøkur – Talan er um "Stormurin, sum steðgaði" og "Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“

2023-04-07 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini "Sannar søgur“.

Bøkurnar í røðini siga á einfaldan hátt frá bíbliusøgum og søgum, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu. Harafturat eru bøkurnar prýddar við vøkrum hugtakandi og fangandi myndum.

Bókin "Stormurin, sum steðgaði“, er um vælkendu bíbliusøguna, tá Jesus stillar stormin. "Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“ er ein hugtakandi bók um himmalin, Jesus og heimsins bestu innbjóðing, skrivar Leirkerið í tíðindaskrivi.

Umframt hesar nýggju bøkurnar, eru hesar í bókarøðini: "Undrið klokkan eitt“, "Ein garður, eitt forhang og ein krossur“ og ein tilhoyrandi máli- og ítrivsbók.

Arni Zachariassen týddi bøkurnar til føroyskt. Bøkurnar fáast til til keyps á nethandlinum hjá forlagnum og í bókahandlunum kring landið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder