Mentan

Tvær Kvæði-konsertir við Teitur & Girls in Airports

“Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.” Soleiðis ljóðar rómurin um forkunnugu 'Kvæði' plátuna, hjá Teiti og danska indie-jazz bólkurin Girls in Airports. Í september framføra teir fyri fyrstu ferð í Føroyum – í Havn og Miðvági

2025-08-19 10:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.

Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.

[object Object]

Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað. 

Gaffa.dk gav plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:

“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinaða indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra. (...)
Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”
Fleiri konsertir hava higartil verið í Danmark og vera afturat í summar. Í september gongur leiðin til Føroyar:

Tórshavn, fríggjadagin 12. september klokkan 19.30 í Auluni í Finsen
Miðvágur, leygardaein 13. september klokkan 19.30 í Listastovuni

Atgongumerki á 295 kr á kunnu keypast á atgongumerki.fo:
https://www.atgongumerki.fo/3321580/teitur-girls-in-airports-kvaedi-konsert

Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentum, Victor Dybbroe á slagverki og Oliver Laumann á trummum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder