Innanlands

Túsund krónur í bót fyri at koyra við kava á bakrútinum

Tað ræður um at syrgja fyri, at gott útsýni er gjøgnum allar rútar í bilinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-06 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tú fert út at koyra í hesum veðrinum, so ræður um at tryggja tær at gott útsýni er gjøgnum allar rútarnar í bilinum, áðrenn farið verður avstað.

Tí tað er lógarásett, at ongin kavi má liggja á rútunum meðan koyrt verður.

Hesum hevði ein bilførari ikki aktað, sum varð støðgaður í gjár.

Bilurin hevði eitt tjúkt lag av kava á bakrútinum, og fyri tað fekk bilførarin túsund krónur í bót, upplýsir løgreglan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder