Innanlands

Turt fram til ólavsøkudag

Góða veðrið heldur sær til sunnukvøldið

Mynd: Føroya Ríðingarfelag

Mynd: Føroya Ríðingarfelag

2018-07-26 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sólin kagar fleiri staðni kring landið í dag og turt er. Hitin liggur um tey 13 hitastigini og hetta veðrið er nøkulunda tað, sum fer at halda sær líka til ólavsøkudag.

Í dag er turt, 13 hitastig og vindurin liggur um 9 metrar um sekundið. Í kvøld minkar hann í vindinum til undir 5 metrar um sekundið, meðan hitin verður 12 hitastig. Hetta heldur sær í allan morgindagin.

Ólavsøkuaftan verður 14 hitastig og nakað av vindi. Hann veksur í vindinum upp í beint yvir 11 m/s. Um kvøldið og náttin minkar hitin niður í 12-13 hitastig.

Ólavsøkuaftan bjóðar 12 hitastig og um teir 5 m/s í vindi. Um kvøldið veksur hann eitt sindur í vindinum, og regn verður. Veðurfrásøgnin boðar frá, at avfallið verður 2,2 mm um kvøldið ólavsøkudag, meðan tað minkar niður í 1,7 mm um náttina.

Veðurstøðirnar eru tó sera ymiskar á máli um hvussu veðrið verður um ólavsøkuna, har summar siga at lítið og einki regn verður, meðan aðrar boða frá avfallið upp í og beint yvir 2 mm á ólavsøku.

Meira um veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder