Fyri triðju ferð boðar Turkaland frá at ein rakett úr Iran er skotin niður í turkiskum loftrúmi.
Turkaland samskiftir við Iran um hendingina, sigur turkiska verjumálaráðið, sum leggur afturat, at neyðugu tiltøkini verða sett í verk.
Allison Hart, talsfólk hjá Nato, váttar, at Nato fyri triðju ferð hevur skotið niður eina iranska rakett, sum hevði kós móti Turkalandi.
Tað var 4. mars, at Turkaland fyri fyrstu ferð boðaði frá, at Nato-loftverjan hevði skotið niður fyrstu rakettina í turkiskum loftrúmi.
Seinni upplýstu tvey ónevnd embætisfólk fyri The New York Times, at rakettin hevði kós móti herstøðini Incirlik uttan fyri býin Adana í sunnara parti av Turkalandi.
Støðin hevur hýst amerikanarum og øðrum Nato-sameindum, og amerikanarar hava verið í økinum í áratíggju, skrivar Ritzau.
Higartil hevur Iran víst aftur, at landið skal hava sent rakettir eftir Turkalandi. Turkaland hevur eisini víst aftur, at turkiskt loftrúm er brúkt til álop á Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald