Innanlands

Turid Holm Johannesen sett sum útbúgvingarsamskipari hjá komandi kommunulæknum

Samskiparin skal tryggja góðskuna á útbúgvingini av kommunulæknum í Føroyum, og hetta hevur verið ein tørvur leingi, skrivar Landssjúkrahúsið

Mynd: ls.fo

Mynd: ls.fo

2020-09-08 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er ein útbúgvingarsamskipari settur hjá læknum, sum eru í introduktiónsstarvi og høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini. Hetta eru teir læknar, sum vanliga koma at starvast sum kommunulæknar.

Tað er Turid Holm Johannesen, sum er sett í hetta nýggja starvið. Landsssjúkrahúsið skrivar á heimasíðu sínari, at í fleiri ár hevur verið víst á, at neyðugt er at fáa ein samskipara at tryggja góðskuna á útbúgvingini av kommunulæknum í Føroyum. 

Ein játtan til endamálið var á fíggjarlógini fyri 2020. Tað var landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum raðfesti játtanina til hetta, skrivar ls.fo.

Turid Holm Johannesen er 37 ár og starvast sum kommunulækni í Kirkjustræti í Hoyvík. Sum útbúgvingarsamskipari fær Turid ábyrgd av at stuðla undir og virka fyri dygdini í KBU- intro- og høvuðsútbúgvingini innan almenn medisin. Eisini verður hon sum samskipari bindiliðið millum útbúgvingarlæknar, tutorlækna, praksis og Landssjúkrahúsið.

Talan er um eitt fast starv á 18 tímar um mánaðin.

 

Um útbúgvingina í almennum medisini skrivar ls.fo soleiðis: 


Introduktiónsstarv er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgvingina innan somu sergrein. KBU er stytting fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder