Tann 11. apríl verður søguligt kvøld á matstovuni Ræst, tá hon bjóðar til eina serstaka matuppliving í heimsflokki. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ein kokkur við trimum Michelin-stjørnum vitjar og ger mat á einari føroyskari matstovu.
Talan er um Martin Öfner, høvuðskokk á trýstjørnaðu Michelin-matstovuni Zén hjá Björn Frantzén í Singapore, sum fer at standa fyri einum serligum “Four Hands Dinner-kvøldi” saman við køkstoyminum á Ræst.
Martin Öfner er uppvaksin í eysturríksku Alpunum, og hevur arbeitt á nøkrum av mest viðurkendu matstovunum í Evropa, millum annað Geranium í Keypmannahavn og De Librije í Niðurlondum. Hann er kendur fyri sína neyvu og rafinneraðu tilgongd til matgerð, har japanskar rávørur verða sameindar við norðurlendskan frískleika – alt grundað á klassiskan franskan teknikk og hansara serliga áhuga fyri at ræsa.
Saman við Sebastian Jiménez og toyminum á Ræst fer hann hetta kvøldið at skapa eina serstaka smakkmatskrá. Her verður dentur lagdur á føroyskar rávørur, sjógæti og ræstar siðvenjur, sum verða lyftar upp á altjóða støði við hansara sermerkta stíli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald