Innanlands

Trý vilja vera sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi

Freistin at søkja var úti á middegi, og tríggjar umsóknir komu inn – embætið verður væntandi sett 1. apríl

Havnar kirkja (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Havnar kirkja (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2020-02-25 16:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi var úti á middegi í dag, og inn komu tríggjar umsóknir, skrivar hemasíðan hjá Fólkakirkjuni.

Tað verður kirkjuráðið í Nólsoy og kirkjuráðið við Havnar kirkju, sum koma at taka støðu til umsóknirnar og gera eina innstilling innan hálvan mars. Síðani er tað landsstýrismaðurin í kirkjumálum, sum útnevnir sóknarprestin.

Embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi verður ætlandi sett 1. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder