Innanlands

Trý staðfest positiv í gjár

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir – Í løtuni eru 47 positiv í Føroyum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-12-28 11:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tríggir persónar staðfestir positivir fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.

Sostatt hava nú 582 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 535 staðfest frísk aftur, og sostatt eru 47 positiv í løtuni.

Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 195.209 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 247 eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder