Innanlands

Trý netmøti á Trúboðanum í kvøld

Møtini verða send úr Meinigheitshúsinum á Skála, Tabor á Toftum og KFUM og K í Klaksvík

2020-08-30 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trúboðin boðar frá, at aftur í kvøld verða trý netmøti stroymd. Soleiðis hevur verið seinastu tíðina, nú fólk ikki hava savnast til møti.

Klokkan 18:00 verður sent úr Meinigheitshúsinum á Skála, har Asbjørn Mikkelsen hevur eina andakt.

Klokkan 18:00 verður eisini úr Tabor á Toftum. Øssur Steinhólm og Steinhólm-systkini luttaka við sangi.

Klokkan 20:00: Úr KFUM og K í Klaksvík har Hanus á Gørðum hevur eina stutta andakt.

Leinkjurnar til møtini verða løgd út á forsíðuna á trubodin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder