
Tá Norrøna kom til Føroya sunnukvøldið fann tollvaldið eina størri nøgd av rúsevnum umborð.
Kringvarpið veit, at trý fólk vóru handtikin mánadagin, og vóru í grundlógaravhoyring týsdagin. Tvey teirra vórðu varðhaldsfongslað í fýra vikur meðan triðji persónurin varð latin keysur,.
Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at ákæruvaldið kærdi avgerðina til landsrættin, sum nú hevur givið viðhald. Triði persónurin skal tískil eisini vera varðhaldsfongslaður, meðan løgreglan ger kanningar og savnar prógv saman.
Hetta er ikki einasta mál um rúsevni hesa vikuna. Í gjár fekk ein 39 ára gamal dani ein straksdóm í Føroya rætti. Hann varð dømdur 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla 475 gram av hassji til Føroya við tí fyri eiga, at selja tað víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald