2025-05-23 14:10

Amerikanski forsetin Donald Trump leggur upp til ein eyka toll móti ES upp á heili 50 prosent.
Hetta skal koma í gildi 1. juni.
Kjakið við tey førir ikki til nakað. Tí viðmæli til ein beinleiðis 50 prosent toll á ES, sum byrjar 1. juni 2025.
Tað er eingin tollur, um vøran er bygd ella virkað í USA, skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli Truth Sosial.
Higartil hevur Trump lagt ein grundtoll uppá 10 prosent á vørur úr øllum londum. Harafturat hava ES-vørur verið raktar av 20 prosent tolli, men hetta bleiv útsett meðan samráðingar fóru fram við ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald