Uttanlands

Trump: USA sinnað at leypa á Iran aftur

Verður iranska kjarnorkuætlanin tikin uppaftur, eru tey í USA avgjørt sinnað at leypa á aftur, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump á Nato-toppfundi í Haag (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump á Nato-toppfundi í Haag (Mynd: EPA)

2025-06-26 09:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verður iranska kjarnorkuætlanin tikin uppaftur eftir álopini, sum Ísrael og USA hava framt á kjarnorkuverk seinastu dagarnar, er USA til reiðar at leypa á aftur.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump á tíðindafundi við Nato-aðalskrivaranum, Mark Rutte í gjár í sambandi við Nato-toppfundin í Haag.

Tað var sunnunáttina, at USA leyp á trý iransk kjarnorkuverk, og sambært Trump hava álopini seinkað iransku kjarnorkuætlanini fleiri áratíggjur.

– Tey fara ikki at byggja bumbur leingi, segði hann.

Á tíðindafundinum ásannaði forsetin tó, at tað ikki er heilt greitt, hvussu umfatandi skaðarnir eru.

– Vit vita tað ikki. Tað kann hava verið sera ringt. Tað er tað, upplýsingarnir geva ábendingar um, segði Trump sambært Ritzau.

Ymiskar fráboðanir hava verið um skaðarnar á kjarnorkuverkini, men talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum segði eisini í gjár, at talan var um álvarsligan skaða.

Les eisini: Iran: Talan var um álvarsligan skaða

Á tíðindafundi í gjár segði amerikanski forsetin eisini, at hann metir, at Ísrael og Iran eru liðug at leypa á hvørtannað, tó at hann ikki kann útihýsa møguleikan fyri nýggjum álopum.

– Tey eru troytt og útlúgvað. Kann tað byrja aftur? Kanska ein dagin. Kanska skjótt, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder