Uttanlands

Trump um Kim Jong-un: Vit eru forelskaðir

Í einari røðu í West Virginia greiddi Trump frá, at Kim Jong-un hevði sent honum vøkur brøv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-30 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Trump helt røðu í West Virginia, segði hann, at sambandið millum hann og Kim Jong-un ongantíð hevur verið betri.

"Hann hevur skrivað mær vøkur brøv, og tað eru frálík brøv. Vit eru forelskaðir," segði Trump.

"Mær dámar Kim, og hann dámar meg. Eg vóni, at tað er í lagi at siga so," segði hann, sambært TV2.

Mánadagin, tá Trump helt røðu á ST aðalfundinum, segði Trump, at Kim Jong-un, sum ST hevur ákært fyri at gera seg inn á grundleggjandi mannarættindi, var "frálíkur".

Mikudagin greiddi Trump frá, at hann hevði fingið eitt "framúrskarandi" bræv frá norðurkoreanska leiðaranum, og at tað var sannlíkt, at hann og Kim Jong-un skjótt fóru at hava toppfund aftur.

Á ST aðalfundinum í fjør hevði Trump tó eina aðra fatan av Norðurkorea og Kim Jong-un. Tá hótti hann við at at oyðileggja Norðurkorea, um tey hóttu USA ella viðhaldslond hjá USA.

Í svarinum til hóttanina hjá Trump kallaði Kim Jong-un hann millum annað fyri ein  sinnisjúkan og senilan gamlan mann.

Alt bendir tó á, at sambandið millum Trump og Kim Jong-un er vorðið betri, síðan teir hittust í Singapore í juni. Hetta var fyrsti toppfundur millum USA og Norðurkorea nakrantíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder