Uttanlands

Trump tekur USA úr WHO

– Av tí at tey ikki hava megnað at ganga krøv okkara um sera neyðugar ábøtir á møti, slíta vit í dag okkara samstarv við WHO, segði amerikanski forsetin í gjár

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-05-30 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur nú slitið samstarvið við Heimsheilsustovnin WHO. Peningurin, sum átti at farið til felagsskapin skal nú brúkast aðrastaðni, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

USA hevur annars verið størsti fíggjarligi stuðulin hjá WHO, men í Apríl strikaði Trump stuðulin og legði felagsskapin undir at hava stuðlað Kina í at bera "følsk tíðindi" um koronaútbrotið.

Í síðstu viku hótti Trump við at steðga fíggjarliga stuðlinum hjá USA med alla, og segði hann seg umhugsa at taka seg úr WHO, um felagsskapurin ikki bant seg til at gera "stórar ábøtur" innan 30 dagar. Hetta segði hann í einum brævi til aðalskrivaran hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Fríggjadagin boðaði amerikanski forsetin so frá, at USA trekti seg úr samstarvinum.

– Av tí at tey ikki hava megnað at ganga krøv okkara um sera neyðugar ábøtir á møti, slíta vit í dag okkara samstarv við WHO, segði hann sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder