
Tollurin á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA er í dag 145 prosent, men amerikanski forsetin, Donald Trump er sinnaður at lækka hann niður í 80 prosent.
Tað sigur Trump sjálvur í dagføring á Truth Social.
– 80 prosent tollur á Kina tykist rætt. Tað er upp til Scott B, skrivar Trump og vísir til amerikanska fíggjarmálaráðharran, Scott Bessent, sum í dag skal hitta kinesiska varaforsætisráðharran, He Lifeng at umrøða handilskríggið millum londini, skrivar Ritzau.
Trump leggur afturat, at Kina eigur at lata upp marknað sín fyri USA.
– Tað hevði verið so gott hjá teimum. Stongdir marknaðir rigga ikki longur.
Tollurin hjá USA á kinesiskar vørur er hægsta tollgjaldið, sum umsitingin hjá Trump hevur lagt á útlendskar vørur. Kina hevur svarað aftur við at hækka tollin á amerikanskar vørur upp í 125 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald