
Í gjár hittust umboð úr Kina og USA at umrøða handilsskríggið millum londini, og talan var um ein jaligan fund, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á Truth Social.
– Sera góður fundur við Kina í dag í Sveis. Nógv ting vórðu umrødd, og semja er um nógv, skrivar Trump.
Á fundinum, sum var í Geneve, vóru amerikanski fíggjarmálaráðharrin Scott Bessent og kinesiski varaforsætisráðharrin He Lifeng.
Hetta var fyrstu ferð, at umboð fyri USA og Kina hittust at umrøða handil, síðan Trump legði fram tollgjøldini á útlendskar vørur fyrst í apríl, og samráðingarnar millum partarnar væntast at halda fram í dag, skrivar Ritazau.
Tollurin á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA er í dag 145, meðan tollurin á amerikanskar vørur í Kina er 125 prosent. Undan fundinum í gjár boðaði Trump frá, at hann er sinnaður at lækka tollin niður í 80 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald