Uttanlands

Trump ilskast á at grein um Biden ikki kann deilast

Tað verður aftur kynt upp undir illgrunan um, at Biden hevur hjálpt soni sínum við ivasomum handlum í Ukreina

Trump aftur av veljarafundi í Des Moines í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Trump aftur av veljarafundi í Des Moines í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-10-15 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur nú eftir sosialu miðlunum Twitter og Facebook fyri at forða fyri, at tað er møguligt at deila eina grein, sum vísir tætta sambandið millum Ukreina og kappingarneyta hansara á forsetavalinum, Joe Biden.

Tað hendi á einum veljarafundi í Des Moines í Iowa í gjár.

-Tey (Twitter og Facebook, red.) strika eitt neiligt uppslag, næstan longu áðrenn at tað er lagt út. Tey royna at verja hann. Tey royna at verja Biden, segði Donald Trump á veljarafundinum.

Umstrídda greinin er frá tabloid-blaðnum New York Post.

Sambært AFP lýsir greinin, hvussu blaðið hevur fingið fatur í eini teldu hjá Hunter Biden, ið er sonur Joe Biden.

Í telduni eru teldupostar, sum knýta son Joe Bidens til ivasamar handlar í Ukreina. Eitt nú skal Joe Biden hava havt fund við ein ukreinskan forrætningsmann meðan hann var varaforseti undir Barack Obame.

Biden og hansara hjálparfólk vísa aftur, at ein slíkur fundur nakrantíð skal hava verið, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder