Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump, ætlar USA at ferfalda framsleiðsluna av framkomnum vápnum.
Trump boðar frá hesum á sínum egna sosiala miðli, Truth Social eina viku eftir, at USA og Ísrael fóru undir størri álop á Iran. Felags hernaðarátakið hevur fingið navnið "Operation Epic Fury".
Seinastu vikuna hava USA og Ísrael rakt yvir 3.000 mál í Iran, upplýsir amerikanski herurin.
Trump sigur, at ein "sera góður fundur" hevur verið við størstu vápnaframleiðararnar.
– Teir hava játtað at ferfalda framleiðsluna av vápnum í "Exquisite Class", skrivar Trump.
"Exquisite Class" er eitt heiti, sum m.a. verður brúkt um tøkniliga framkomnar vápnaskipanir.
Amerikanski forsetin sigur, at framleiðslan av framkomnum vápnum longu er byrjað.
Trump hevur havt fund við stjórar í fyritøkunum BAE Systems, Boeing, Honeywell Aerospace, L3Harris Missile Solutions, Lockheed Martin, Northrop Grumman og Raytheon, skrivar Ritzau.
Lockheed Martin hevur váttað á sosiala miðlinum X, at fyritøkan hevur játtað at ferfalda vápnaframleiðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald