Uttanlands

Trump fer møguliga til Turkalands í morgin

Stórt altjóða politiskt virksemið fer fram í Turkalandi í hesum døgum

Donald Trump kom í gjár til Katar, og var móttikin av emirinum, Sheikh Tamim bin Hamad al-Thani (Mynd: EPA)

Donald Trump kom í gjár til Katar, og var móttikin av emirinum, Sheikh Tamim bin Hamad al-Thani (Mynd: EPA)

2025-05-15 10:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum er á vitjan í Katar, sigur nú, at tað er møguleiki fyri, at hann kann vera til staðar til friðarsamráðingarnar í Istanbul fríggjadagin, um veruligt glið kemur á samráðingarnar um frið í Ukraina.

Í dag byrja samráðingar millum Ukraina og Russland í Turkiska stórbýnum við Bosporus sundið.

Fráboðanin frá Trump kom nøkulunda samstundis sum Russland boðaði frá sínari samráðingarnevnd uttan luttøku av Vladimir Putin, forseta.

Við í russisku sendinevndini verða Vladimir Medinskij, sum er næsti maður forsetans, varauttanríkisráðharrin, Mikhail Galuzin, og Alexander Fomin, sum er varaverjumálaráðharri.

Um somu tíð er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, farin til turkiska høvuðsstaðin, Ankara, eystan fyri Istanbul, at hitta turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, er í løtuni staddur í Antalya, har suðuri í Turkalandi, har Nato-fundur er við luttøku av í hvussu so er Mark Rutte, aðalskrivara, og uttanríkisráðharrunum úr Lettlandi, Estlandi og Týsklandi, skrivar yle.fi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder