placeholder
Uttanlands

Trump fær milliardir til Meksiko-múrin

Pentagon hevur sett pengar av sambært reglunum um undantaksstøðu

2019-03-26 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur góðtikið at lata eina milliard dollarar til markmúrin móti Meksiko. Hetta verður mett sum ein sigur fyri Donald Trump, forseta.

Pengarnir kunnu setast av orsaka av undantakslógunum, sum forsetin lýsti, tá hann ikki fekk játtanina frá kongressini, sum hann ynskti til múrin móti Meksiko, skrivar nrk.no.

Undantaksstøðan ger tað møguligt at flyta pengar frá verjujáttanini til byggingina av múrinum.

Sitandi verjumálaráðharri, Patrick Shanahan, segði í gjár, at hann hevur góðtiki at brúka eina milliard dollarar til byggingina. Hann hevur eisini givið herinum boð um at leggja arbeiðið tilrættis, upplýsir Pentagon.

Pengarnir frá verjumálaráðnum eru tó einans ein brøkpartur av tí, sum Trump ynskir at brúka til múrin fram við markinum. Talan er um at byggja eitt hegn, sum er 92 kilometrar langt og fimm metrar høgt.

Kongressin hevur annars samtykt at seta kreppulógirnar úr gildi, men forsetin hevur nýtt sýtingarrætt sín fyri at forða fyri hesum.

Tað er fyrsta ferðin síðan Trump kom til valdið fyri góðum tveimum árum síðani, at hann hevur gjørt brúk av sýtingarrættinum.

Kongressin hevur møguleika at ógilda sýtingarrætt forsetans, og ætlanin er at hava eina atkvøðugreiðslu um hetta í dag. Men tað hendir neyvan, tí tað krevur ein meiriluta á tveir triðingar bæði í umboðsmannatinginum og senatinum, og tess krevst fleiri atkvøður frá republikanarum, sum harvið skulu gera beint ímóti boðum forsetans.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder