Mentan

Trompet- og orgulspæl í Hoyvíkar kirkju og Havnar kirkju

Í komandi viku fara organisturin Søren Johansen og kona hansara, Dorthe Zielke at framføra tvær konsertir – Tær verða týskvøldið og mikukvøldið í ávikavíst Hoyvíkar og Havnar kirkju

2022-10-16 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin og mikudagin í komandi viku fara organisturin Søren Johansen og kona hansara, Dorthe Zielke at framføra í Hoyvíkar kirkju og Havnar kirkju.

Báðar konsertirnar vera klokkan 20.

Søren hevur ofta spælt í Føroyum. Hann hevur verið fastur organistur til væl umtóktu konsertirnar “Ernst og vinfólk”, sum í nógv ár hava verið í Havnar kirkju á ólavsøku. Hann hevur eisini fyrr framført øll orgulverkini hjá Bach í Vesturkirkjuni. Kona Søren, Dorthe, er trompetleikari við útbúgving fra Kgl. Danska musikkonservatoriinum.

Til konsertirnar í Hoyvíkar kirkju og í Havnar kirkju fara tey at spæla tónleik og í orð og myndum at fortelja um lív og umstøður hjá tónleikaskøldunum. Myndir verða sýndar á stórskýggja og tónleikararnir siga frá, skrivar Fólkakirkjan í tíðindaskrivi.

Í Hoyvíkar kirkju er tónleikurin av Rued Langgård, og í Havnar kirkju av Carl Nielsen. Teir eru báðir kend tónleikaskøld, men við ógvuliga ymiskum lagnum, sum á hvør sín hátt eru sera áhugaverdar.

Rued Langgård er kendur sum tað forfjónaða tónleikaskaldið, sum ikki varð viðurkent í síni livitíð. Carl Nielsen, var í síni livitíð alment viðurkendur sum eitt tað størsta tónaskaldið, Danmark hevur fostrað. Rued Langgård skrivaði tónleik, sum spratt úr tí romantiska tónleikinum, sum var spældur í tíðini undan honum. Carl Nielsen skrivaði tónleik, sum við sínum nýggja stíli peikaði frameftir móti tí modernistiska tónleikinum, sum hoyrdi framtíðini til.

Tvær konsertir gjørdar eftir sama leisti, men við heilt hvør sínum tónleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder