Innanlands

Tríggir mønustingarar funnir aftur

Løgreglan kannar enn málið um mønustingararnar, sum hvurvu í Bø fyrr í mánaðinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-25 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í hesum mánaðinum varð boðað frá, at 11 mønustingarar vóru stolnir úr bátasmiðjuni í Bø, og sunnumorgunin vórðu tríggir teirra funnir aftur.

Teir vórðu funnir í einari rók undir Reyðastíggi nærhendis Múlafossi í Gásadali, skrivar løgreglan í fráboðan á Facebook.

Løgreglan kannar enn málið, og vil hon framvegis hoyra frá fólki, sum møguliga vita okkurt um hendingina, sum væntandi er farin fram fyrst í august.

Ringjast kann til løgregluna á tlf. nr. 35 14 48.

Les eisini: 11 mønustingarar stolnir í Bø

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder