Uttanlands

Tríggir mans skuldsettir at brenna Mette Frederiksen-dukku

Skuldsettir eftir grein í revsilógini, sum sera sjáldan verður brúkt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-25 15:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 32 ára gamal dani varð í dag varðhaldsfongslaður í knappar fýra vikur, skuldsettur fyri at hava hongt eina dukku, ímyndandi donsku forsætisráðkvinnuna Mette Frederiksen, upp á ein lyktasteyra. Á dukkuni hekk ein lepi, har tað stóð: "Hun må og skal aflives".

Dukkan varð hongd upp í sambandi við stóru mótmælisgonguna leygarkvøldi móti koronaavmarkingunum. Seinni varð eldur settur á dukkuna, og myndirnar av henni sendar runt allan heimin.

Hesin maðurin er hin triðji, ið verður fongslaður í málinum. Tveir aðrir menn, 30 og 34 ár vórðu varðhaldsfongslaðir í gjár við somu skuldsetingum.

Allir eru skuldsettir eftir m.a. grein 113 í revsilógini – ein grein, ið sjáldan verður brúkt, ið snýr seg um at hótta trygdina hjá fólkatinginum ella royna at hótta ella forða fólkatinginum í at fremja sín politikk.

Brot á grein 113 í revsilógini kann geva fongsulsdóm upp í 16 ár – í serligum førum lívstíðardóm.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder