Innanlands

Tríggir førarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Ein í Sandoynni, og tveir í Havn eru nú skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-09-12 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt vórðu tilsamans tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Ein varð tikin í Sandoynni, og tveir vórðu tiknir í Havn.

Allir tríggir eru nú skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.

Blóðroynd er tikin av teimum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at náttin annars hevur verið stak friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder