Innanlands

Tríggir Eik-menn dømdir at rinda 150 milliónir krónur

Finansiel Stabilitet vann drúgva rættarmálið – dómurin varð avsagdur í dag

Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í Eik Banka (Savnsmynd)

Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í Eik Banka (Savnsmynd)

2019-11-18 12:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í táverandi Eik-banka, Frithleif Olsen, nevndarformaður, og Odd Bjellevåg, nevndarlimur, vórðu í dag dømdir at rinda 150 milliónir krónur aftrut til Finansiel Stabilitet, sum bjargaði bankanum í síni tíð.

Dómur í drúgva rættarmálinum móti leiðsluni í fyrrverandi Eik Banka varð sagdur í Føroya rætti í dag.

Útvarpið visti at siga, at teir tríggir eru dømdir at rinda 150 milliónir krónur plus rentur frá 2012 at rokna, og at upphæddin skal deilast javnt millum teir tríggjar.

Bjarni Olsen, sum eisini var bankastjóri, varð fríkendur, og tað var grannskoðarin hjá bankanum, Hans Laksá, eisini.

Mett verður ikki, at Bjarni Olsen hevði ábyrgdina av yvirskipaða kredittpolitikkinum hjá Eik, upplýsti útvarpið.

Við dóminum fekk Finansiel Stabilitet viðhald í sínum kravi, sum varð minkað fleiri ferðir meðan rættarmálið fór fram.

Finansiel Stabilitet kravdi endurgjald fyri fýra ítøkilig mál, har stovnurin misti tilsamans 470 milliónir krónur.

Rætturin dømdi teir ákærdu fyri tvey av hesum málunum, nevniliga byggingina hjá Valdbjørn Dalsgaard undir Kongavarða á Argjum og fyri FDI-málið, sum er eitt byggimál í Týsklandi, sum Eik Bank játtaði at fíggja. Í einum av málinum var Marner Jacobsen einsamallur ákærdur, men hann varð fríkendur frá hesum.

Óvist er um teir dømdu ætla at kæra dómin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder